avatar

Nón 04.12.18 - Tematýsdagur um útróður

Nón
Nón
Episode • Dec 4, 2018 • 1h 52m
Í Føroyum hevur útróðurin havt stóran týdning, bæði búskaparliga og mentanarliga, og fleiri minnast allar útróðrarbátarnar í alskyns litum og sniðum, og alla ta livandi mentan, ið var við havnalagið, tá bátarnir landaðu og stamparnir skuldu egnast.
Men hvat er so dragandi við at rógva út í dag? Henda spurningin seta vit Carl August Arge, niðri við fiskatorgið í Vágsbotni í Havn.
Tað hevur hildnast væl hjá útróðrarflotanum farnu mánaðirnar. Vit fregnast um vísindaliga partin, tá vit hitta Petur Steingrund, deildarleiðara og fiskifrøðing ph.d., á Havstovuni.