avatar

Gjógvin millum útjaðaran og miðstaðin

Nón
Nón
Episode • May 8, 2018 • 1h 49m
Samstundis sum landið verður knýtt alsamt betur saman við vegum, farleiðum og undirsjóvartunlum tykist gjógvin at vaksa millum miðstaðin og restina av landinum. Orð sum "kontórshavn" og "framleiðsluføroyar" eru javnan frammi, eins og krøv um at fáa almenn arbeiðspláss spjadd út um landið. Og nú er ein flokkur undir stovnan, Føroyaflokkurin, sum vil desentralisera Føroyar.
Í dagsins tematýsdegi varpa vit ljós á onkrar av hesum spurningum.