avatar

Netflix fer ikki at taka lívið av biografunum

Nón
Nón
Episode • Feb 10, 2021 • 26m
Við ymsum stroymingartænastum ber í dag til at síggja nærum alt, sum á myndasíðuni verður framleitt av undirhaldi og upplýsing - eisini spildurnýggjar filmar.
Hótta hesar skipanir biografin, sum vit kenna hann?
- Hetta er ein avbjóðing fyri biografarnar, men eg meti, at teir fara at yvirliva. Tað krevur tó, at teir leggja enn størri dent á sín samlaða upplivingarleiklut, sigur Birgir Kruse, bloggari og filmsfjeppari, sum vitjaði í Nón, har tikið varð samanum tað, sum er hent á internetinum og í biografmyrkrinum seinnu árini.
Hoyrið samrøðuna her