Hvaðani fær vanligi russarin tíðindi um kríggið í Ukraina, og hvat halda russar um kríggið?
Millum annað tað spyrja vit Tór Marna Weihe, sum lesur russiskt á Universitetinum í Keypmannahavn. Hann dugir russiskt og fylgir væl við í russiskum miðlum og hevur eisini vinfólk í Ruslandi. Tór Marni ger pøddvørp um Russland.
Í dag eru 100 ár liðin, síðan harmoniorkestrið GHM - Georg Hansens Minde - varð stovnað. Í hesum sambandi kemur út bók, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað um GHM. Vit hitta høvundin og Eirik Suna Danielsen frá GHM.
Hoyr alla sendingina her