avatar

Magni ferðast glaður í kirkjunum (og í egnari t-shirt)

Nón
Nón
Episode • Aug 24, 2021 • 25m
42 av 61 kirkjunum í Føroyum hava havt fína vitjan í vár og í summar.
Magni Christiansen er farin á konsertferð í samband við, at útgávan "Her glaður eg ferðist" er endurútgivin.
Vit hittu hann har heima í Vestmanna til eitt prát um konsertferðina og um serligu t-shirtina, hann hevur fingið framleitt til høvið.
Samrøðan flutti seg skjótt úr stovuni oman í kjallaran, har Magni Christiansen hevur innrættað eitt tónleikarúm.
Tá fór prátið at snúgva seg um Shakin Stevens, kovboyhattar og um stóra fløgusavnið.