avatar

Ung eru undir stórum trýsti

Nón
Nón
Episode • Mar 7, 2022 • 21m
- Tað er størri trýst á ungum í dag samanborið við fyrr.
Tað heldur Anna Joensen-Næs frá Sinnisbata Ung, sum saman við Lauru Apol frá Sinnisbata hava tikið stig til poddvarpið Tøgn, sum nú er farið at senda. Fyrsti parturin er komin, og í næstum koma teir í einar langari røð. Tann næsti kemur nú mikudagin og snýr seg um at vera avvarðandi hjá sinnisjúkum.
Tøgn hevur sett sær fyri at tosa um alt, sum vit vanliga ikki tosa um - at bróta tøgnina. Evnini fevna breitt, men yvirhøvur ferðast tey innan fyri sálarheilsu hjá ungum.