Heðin M. Klein og Vónbjørt Vang vitja í rithøvundaprátinum hesaferð og umrøða yrkingasøvn og ymsu tankarnir, ið kunnu liggja handan eitt tílíkt.
Eisini koma tey inn á møtið við móttakaran gjøgnum sjálva yrkingina, sum kann vera heilt ymiskt, alt eftir um móttakarin hoyrir yrkjaran lesa hana, ella um hon verður lisin úr einari bók.