avatar

- Útvarpið yvirlivir allar miðlar

Nón
Nón
Episode • Oct 19, 2018 • 32m
- Útvarpið er tann størsti miðilin í heiminum. Tað er lætt at handfara, og tú kanst brúka tað allastaðni. Útvarpið fer at yvirliva allar miðlar.
Soleiðis sigur Jákup Magnussen, kendi útvarpsverturin, sum nú fer undir enn ein vetur við Plátubarrini. Hann hevur ein heilt serligan tokka til útvarpið sum miðil - ein tokka hann fekk sum lítil smádrongur í Trongisvági, og sum hevur fylt hann alt lívið.