avatar

Kom inn í arbeiðsrúmið hjá Heiðriki á Heygum

Nón
Nón
Episode • Sep 7, 2021 • 12m
- Hevði eg ikki skapað, so hevði mítt høvd eksploderað.
Nú kanst tú fáa eitt lítið innlit í, hvussu fjøllistamaðurin Heiðrikur á Heygum arbeiðir. Í einari serstakari framsýning á Listasavni Føroya ber til at fáa innlit í tilgongdina at umseta tónleik til ein visuellan samleika.
Eitt rúm er gjørt í listaskálanum, sum líkist arbeiðsrúminum hjá Heiðriki. Her sæst, hvussu umfatandi tað er at gera t.d. eina tónleikavideo ella eina kápu. Her eru skitsur, søguborð, tankar og tónar.