Mánadagin 1. oktober rundar Fuglafjarðar kommuna tey fyrstu 100 árini, og tí sendi Nón beinleiðis úr Fuglafirði hósdagin fyri.
Í sendingini borðreiðir kokkurin Poul Rustin, ið rekur matstovuna Muntra, við einari leskiligari laksasuppu, samstundis sum hann sigur okkum hvussu nógv matstovuvinnan er broytt, síðani hann lat upp sína fyrstu matstovu í 1978.
Sonni á Horni, borgarstjóri, er hósdagsgestur, og hann nemur við søguna hjá Fuglafjarðar kommunu, samstundis sum nomið verður við aðrar tættir eisini.