avatar

Nón 9. februar 2022

Nón
Nón
Episode • Feb 9, 2022 • 54m
Í gjárkvøldið var gávugóðs latið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum til ung listafólk. Hesa ferð fingu tvey ung listafólk gávugóðs: Alda Mohr Eyðunardóttur fekk gávugóðsið fyri 2020 og Maria Guldbrandsø Tórgarð fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fyri 2021. Nón fær orðið á tær báðar.
Hvat er eitt landslag? Er tað náttúrligt og óspilt, ella hevur eitt landslag eisini tekin og merkir eftir menniskjum, landbúnaði, búsetingum og ferðavinnu?
Tað eru millum spurningarnar, sum nýggja framsýniningin í Listasavni Føroya setur.