- Hetta er ógvuliga áhugavert og stuttligt, og tað vekir góð minni, bæði frá barna- og vaksnamannaárunum.
Soleiðis sigur Bjarti Mørkøre, formaður í Eiðis fornminnisfelag.
Á sumri 2018 fekk Tjóðsavnið stórt myndasavn frá enska fríyrkismanninum Adam Woolfitt í gávu. Myndirnar eru frá 1968 og 1969 og lýsa føroysku náttúruna, gerandisdagin, arbeiðslívið og veitslulagið. Myndirnar tók Adam fyri blaðið National Geographic - ein myndarøð av eksotisku Føroyum - og einar 50 myndir blivu brúktar til grein, sum kallaðist The land of maybe.