– Eg trívist sera væl, mær dámar veðurlagið, hóast tað kundi verið heitari hesa tíðina. Mær dámar fólkið, og eftir at eg var í Føroyum í 1990-árunum, hugsaði eg ofta um at koma aftur.
Michael Boolsen, fúti, er vorðin ein álítandi klettur í koronutíðini. Sum formaður í Farsóttarnevndini er hann saman við hinum júst valdur til ársins almenna leiðara, og tá tað hevur leikað á, hevur hann verið í hvørjari stovu í landinum, har hann hevur givið føroyingum rís og rós.
Men hvør er Michael Boolsen. Tað fæst eitt innlit í, í hesi samrøðuni.