avatar

Fyribilsni - vinn tríggjar Underbergarar

Nón
Nón
Episode • Mar 11, 2021 • 15m
– Kanska skuldi eg útskrivað eina kapping, har tann, sum hevur besta boðið, kann vinna eina bók - og tríggjar Underbergarar.
Tóroddur Poulsen vil ikki avdúka, hvat hann leggur í heitið Fyribilsni, sum er tittulin á hansara nýggja yrkingasavni.
Fyribilsni er ein samanrenning millum hjáorðið "fyribils" og navnorðið "bilsni". Eitt týpiskt Tóroddskt orðaspæl, sum kanska leggur upp til at undrast eina løtu. Men hann hevur lovað sær sjálvum einki at avdúka, fyrr enn eini 100 boð eru komin inn, sigur hann.