avatar

Sally gevur tilflytarum eina rødd

Nón
Nón
Episode • Oct 3, 2018 • 11m
- Tað eru nógv, ið flyta til Føroya, sum halda tað vera eina avbjóðing, um tey ikki hava eina familju frammanundan. Tí familjubondini eru ógvuliga tøtt heruppi. Tað kann vera eitt lyndi til, at føroyingar lukka seg um hvønn annan. Tað er lættari, tá tú kemur við einum maka ella hjúnafelaga og harvið fært atgongd til eitt netverk av familju og vinum.
Millum annað hetta sigur Sally Hentze í hesi samrøðuni. Hon hevur tikið myndir av ymsum tilflytarum úr øllum heiminum, og hon hevur prátað við teir um tað at flyta til Føroya, tá tú kemur við einari aðrari mentan.