Tað var ein stórhending í føroyskari mentanarsøgu, tá ið Bárður Oskarsson í gjár fekk barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Og vit seta allan tann seinna tíman av til Bárð Oskarsson, tá ið fólk koma á gátt at tosa um hansara barnabøkur, - og vit fáa eisini orð á Bárð sjálvan.
Í fyrra tímanum leggja vit fyri við at tosa um bretska stórbólkin Queen, tí í morgin verður nýggi heimildarfilmurin Bohemian Rapsody frumsýndur í Føroyum.
Vit tosa eisini við Jógvan Arge, sum hevur útgivið fjórðu bókina í sínari krýniku.