- Til øll tey, sum ikki eru von at ganga til opera í Føroyum, er hetta eitt fantastiskt upplivilsi.
Soleiðis sigur Leif Hansen, tónleikafrøðingur, um teaturkonsertina Soirée fantastique, sum gongur á Tjóðpalli Føroya.
Ein teaturkonsert er ein samanrenning av tónleiki og sjónleiki, sum ikki hevur eina hendingagongd í beinari tíðarrøð, men har framførslan av leikmyndum úr ymiskum verkum verða avbrotin, og um somu tíð samanbundin, við ymiskum teksti og tónleiki.