Skal almenna rúmið listprýðast við religiøsum symbolum? Er tað lagi at seta ein 17 metrar høgan, marglittan lýsandi kross, sum sæst í allar ættir, út í náttúruna? Og kann ein krossur vera list?
Kinna Poulsen, listaummælari, sum undirvísir í list á Glasi, og Poul Guttesen, phd. og lektari í religión, skifta orð um 17 metrar høga krossin, sum ætlanin er at seta upp á Høganesi.
- Tá ið hoyrdi tað, mátti eg líka kekka dato á telefonini, tí eg helt tað vera fyrsti apríl; so ógvusligt helt eg, tað ljóðaði, sigur Kinna Poulsen.