Fríggjadagin 26. november fekk Doris Hansen kærleikskúluna, sum Dugni letur á hvørjum ári. Dómsnevndin skrivar millum annað soleiðis í grundgeving síni fyri valinum í ár: "Doris hevur stríðst fyri at betra um umstøður og livikor hjá málbólkinum hjá Dugna. Hon hevur slóðað fyri einum nútímans hugsanarhátti og breiðari fatan av fólki við skerdum førleikum og teirra luti í samfelagnum".
Doris er útbúgvin lærari og serlærari, og var forkvinna í tí felag, sum tá æt MBF (í dag MEGD), í nógv ár. Í dag er Doris 78 ár.