"Lítilleiki, fólkaræði og nýggi miðlaveruleikin" er heitið á ráðstevnu, sum er mikudagin. Kári Holm Johannesen, ein av røðarunum, var á gátt og tosaði um hvussu tað ávirkar okkum, at nærum øll vita av hvørjum øðrum í einum lítlum framkomnum samfelag.
So hendi tað aftur. G-festivalurin fær avboð frá kendum tónleikara orsakað av grindadrápi. Kunnu vit vinna stríðið móti umhvørvisfelagsskapum, sum leggja trýst á festivalar og fyritøkur? Tað spurdu vit stjóran á G-festivalinum, Sigvør Laksá, og tveir samskiftisráðgevar, Páll Nolsøe og Tór Verland Johansen.