Uni Næs, dómpróstur, hevur arbeitt sum prestur í 30 ár, og tað var markerað í Havnar kirkju seinasta sunnudag.
Í hesi samrøðuni við Una Næs tosa vit um, hví hann gjørdist prestur, hvussu tað er at vera prestur, og hvat hann ger sum dómpróstur.
Ert tú prestur, ert tú tað onkursvegna allan sólarringin, og tað kann vera ein avbjóðing. Alt títt lív verður sett í ávísar karmar, ásannar Uni Næs.
Man skal ansa eftir ikki at glorifisera prestin sum feilfrían, tí tað er hann ikki, sigur hann.