Hvat er ein hetja? Hvat skal til fyri at vera hetja? Og kunnu vit vera hetjur í okkara egna lívi?
Hetta eru millum spurningarnar, vit viðgera hesa vikuna, har hetjur og hetjuskapur ganga aftur.
Tóra Petersen, sálarfrøðingur, hevur granskað í hetjum og vit byrja hetjuvikuna við at spyrja hana, hvat føroyingar halda vera eina hetju, og hvat vit kunnu brúka hetjur til í skúlunum.