avatar

Vangamynd: Soleiðis er Tróndur

Nón
Nón
Episode • Jul 2, 2021 • 40m
- Tað er eingin orsøk at gera tað, sum onnur hava gjørt áður.
Nakað soleiðis sigur stilli og sáttligi Tróndur Bogason, sum ongantíð hevur gjørt stóran háva burtur úr sær sjálvum. Tvørturímóti trívist hann best í tí stilla, og júst tí skipar Aldubáran fyri tveimum konsertum, sum skulu lýsa breiddina í hansara tónleiki.
Í hesi samrøðuni við Trónd Bogason tosa vit um hann og hansara tónleik. Og tað gerst skjótt greitt, at júst orginaliteturin er av hansara størstu eyðkennum.