"Loynigentan" er heitið á nýggjari føroyskari ungdómsskaldsøgu, sum kom út um mánaðarskiftið november/desember 2021.
Tað er Tórunn Karina Henriksen, sum hevur skrivað, og bókin er onnur skaldsøga hennara. Fyrsta skaldsøgan hjá Tórunn, "Månelyset viste vej", kom í 2010. Hon var á donskum.
"Loynigentan" er serlig á tann hátt, at hon viðger evnir, sum kanska ikki eru so nógv lýst í føroyskum skaldskapi; sjálvmorð, sorg, sálarsjúku, sosialar miðlar og happing og ágang á netinum.