avatar

Føroyingar eru stinnir í øðrum málum

Nón
Nón
Episode • Mar 22, 2021 • 21m
Nógvir ungir norðurlendingar siga seg ikki skilja grannamálini nakað serliga væl, meðan nærum øll teirra siga seg skilja væl enskt, so hví ikki bara brúka enskt í staðin, tá vit tosa við hvønn annan?
Milllum annað hendan spurning settu vit Christinu Jensen og Jastrid Dalbø úr áhugafelagnum Føroyamál, nú ein kanning millum ung, sum Norðurlendska Ráðharraráðið hevur gjørt millum ung í Norðurlondum, um teirra málførleikar varð løgd fram. Hon vísir, at flestu norðurlendingar halda danskt vera truplast at skilja, meðan norskt er lættast at skilja.