"Kom bara inn, eg skal ikki gráta."
Á Finsen venja tey í hesum døgum nýggjan einrøðuleik við hesum serstaka heitinum, sum leggur upp til, at hetta er ein rættiliga persónlig søga.
Og tað er tað eisini. Jógvan Andrias Joensen er leikari, og leikurin byggir á hansara egnu upplivingar sum barn. Talan er um ein nýskrivaðan leik, sum tekur støði í eini tíð, tá ið flestu føroyskir sjúklingar vóru sendir til Danmarkar, og nemur millum annað við evnið sálarheilsa, sum er nógv frammi í dag