Hvat er tað svenska, ella svenskhet, sum tað eisini verður kallað? Hvørjum grundvølli stendur Svøríki á? Og er Svøríki undir broyting?
Hetta eru millum nógvu spurningarnir, ið settir verða í hesum tematýsdegnum um Svøríki.
Hans Holm, landafrøðingur, lýsir landið og fólkið.
Rúna í Baianstovu, ph.d í sosialum arbeiði, sum arbeiðir við integratión í Svøríki, og Brandur Mortensen Nolsøe, sosiologur, sum hevur lisið í Lund í Svøríki, viðgera aktuellu politisku støðuna og rákið í Svøríki.