avatar

Annika Hoydal: Eg vil lata onnur fólk upp

Nón
Nón
Episode • Nov 21, 2020 • 36m
- Onkur mannfólk kundu standa uttan fyri dyrnar, ringdu uppá og trúðu, at tann, sum eg spældi, eisini var eg, og at teir kundu fáa eitt sindur burturav, sigur Annika Hoydal við einum smittandi látri.
Annika Hoydal er okkara stóra stjørna, bæði sum sjónleikari og sangari. Men tað hevur ikki altíð verið líka lætt at vera Annika. Hóast nógv elskað, so hava tað eisini verið løtur, har fólk eru blivin óð og ikki hava skilt millum hennara leiklutir og hana sum privatpersón.
Sjálv sigur hon, at tað ongantíð var meiningin at provokera.