- Hann hevði sum ungur ongan áhuga fyri list, so tað er nokk so stuttligt, at hann er tann, sum hevur givið sandoyingum eitt listasavn.
Tað heldur Eir í Ólavsstovu, leiðari á listasavninum, meðan hon greiðir frá um Sofus, sum lat stóru listasamling sína til bygdafólkið í heimbygdini.
Ein av yndismálarum hansara var Ingálvur av Reyni, og tí eru nógvar myndir eftir hann at síggja á savninum, men bert verk, ið vórðu framleidd áðrenn miðskeiðis í 80'unum. Tá gjørdist hann heldur abstraktur til Sofus Olsen, sum ikki var so glaður fyri hetta slagið av list.