Margarinfabrikkin í Havn er virkisstað fyri børn og ung upp í 17 ár.
Vit hava tosað við Saluu Manai, leiðara í Margarinfabrikkini og Petur Háberg, starvsfólk, um hvussu tey vilja lýsa ungdómin í dag, og hvørjar avbjóðingar tey ungu hava.
Tey vísa á, at ung í dag er sera virkin, dugnalig og hava áhugamál. Telefonin og sosialu miðlarnir fylla nógv í gerandisdegnum og í mentanini hjá teimum ungu, og tað kann hava við sær avbjóðingar støðugt at verða "online".