- Tað var trupult at fara avstað aftur, tí vit kendu ikki á okkum, at vit vóru lidnir.
Gestur Janusarson Lómstein og John Johannesen vóru skjótir avstað, tá ið kríggið í Ukraina brast á. Teir vóru okkara eygu og oyru, og teir gjørdu avleiðingarnar av krígnum hjá Putin í Ukraina nærverandi fyri føroyingar.
- Tað er umráðandi at dekka umheimin við føroyskum eygum og føroyskum oyrum, tí annars gerst tað ikki nóg viðkomandi, halda teir.