Føroyska ullin hevur eitt stórt virði, tað heldur týski Francesco Mazuhn, sum saman við konuni Anju, nú í summar hava handil við egnum ullavørum í gamla skúlanum í Elduvík. Hjúnini keyptu fyri átta árum síðani summarhús í Elduvík, tí tey fulkomiliga fullu fyri Føroyum. Men Francesco, sum ofta er við á fjalli, gjørdist bilsin av, at stórur partur av ullini verður brend. Tí tók hann fyri tveimum árum síðani stig til virkið Nordic Wool Company, sum virkar vørur úr føroyskari ull á smáum verkstøðum í Evropa.