avatar

Sýslumaðurin skipar hagarnar í forvitnisligari bók

Nón
Nón
Episode • Jan 26, 2021 • 16m
- Tað byrjaði í míni sýslumanstíð í Eysturoynni, tá eg saknaði eitt yvirlit yvir allar hagarnar. Tá fór at eg savna saman, hvør átti hvat, og eg leitaði alla Eysturoy ígjøgnum. Tað vísti seg, at aðrir sýslumenn høvdu sama tørv, og tí breiddi tað seg til allar oyggjarnar.
Soleiðis sigur Kári Thorsteinsson, sum hevur givið út bókina Hagar og seyðamark fyri triðju ferð.
Hóast hann ikki er sýslumaður longur, hevur hann varðveitt áhugan fyri at savna inn upplýsingar um hagar, og tí kemur ein dagførd útgáva út, sum eisini hevur nýggjar upplýsingar og greinar.