Upptøkurnar til Føroya fyrstu sjónvarpsrøð og størstu filmsverkætlan eru lidnar.
Talan er sjálvandi um Trom; sjónvarpsrøðina í seks pørtum við íblástri úr krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen um journalistin Hannis Martinsson.
Eini 50 fólk úr Føroyum og útlandinum hava verið knýtt at verkætlanini, sum er mett at kosta um 37 milliónir krónur.
Men hvussu hava upptøkurnar til størstu filmsverkætlan í Føroyum gingið?
Hvat hava royndu útlendsku sjónleikararnir fingið burturúr?