Miðskeiðisval er í USA í dag. Og amerikanska miðskeiðisvalið er evnið í dagsins tematýsdegi í Nón.
Vit hava serfrøðingar á gátt, og vit ringja til fólk, sum hava verið ella eru í USA á valdegnum.
Í fyrra tímanum eru teir báðir stjórnmálafrøðingarnir Erik Løksagarð Absolonsen og Regin Berg í útvarpsstovuni og greiða okkum frá miðskeiðisvalinum.
Vit sláa eisini upp á tráðin til New York, har føroyski politikarin Hanna Jensen úr Framsøkn er stødd, og vit práta við Erik Biskupstø, sum júst er komin aftur úr ørindum í USA.