Tað leikaði ofta hart á, tá ið bøkur vóru ummæltar í Føroyum árini millum 1997-2007. Eitt nú vóru kvinnubókmentir av summum sagdar at vera vánaligar, og onkur fekk beinleiðis at vita, at hon skuldi gevast at skriva.
Ein orsøk var, at onkrir rithøvundar, sum ummæltu aðrar rithøvundar, pallsettu seg sjálvar. Samstundis sum teir søgdu kvinnubókmentirnar vera ov vánaligar, pallsettu teir seg sjálvar sum góðar rithøvundar. Hinvegin sást, at aðrir ummælarar reistu seg og vardu kvinnurnar, sum skrivaðu um onnur evni enn menn.