avatar

Nón 22. januar 2021

Nón
Nón
Episode • Jan 22, 2021 • 56m
"Gróðursettur" er heitið á nýggjari frímerkjarøð, har Joel Coel við skurðmyndum ímyndar tilflyting til Føroya. Hann er sjálvur amerikanskur tilflytari, og vit vitja Joel í Mjørkadali, har hann arbeiðir við trælistini á gomlu Nato-støðini.
Í 2003 gjørdist hann drápsmaður, men í 60-árunum broytti hann tónlistaumhvøvið við sínum serstaka máta at innspæla tónleik. Vit seta, saman við Knúti Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingi, sjóneykuna á umstrídda Phil Spector, sum doyði farna leygardag.
Hoyrið sendingina her