Hvørjar kenslur birtast, tá ið ríkisfelagsskapurin fer sundur, og Føroyar og Grønland taka loysing frá Danmark. Tað kannar nýggjur norðurlendskur leikur. Vit tosa við leikstjóran og føroyska leikaran í Løsrivelsen.
Nýtt listablað - Túsundáraritið - kemur út í morgin. Blaðið skal síggjast sum bæði blað og listaverk í sær sjálvum; alt er gjørt við hond, klipt og klistrað. Sigmund Zachariassen og Gwenaël Carré geva út, og teir eru komnir í Nón.
Hoyr alla sendingina her.