- Hetta er nakað nýtt, sum eg royni. Eg havi hesa ferð arbeitt á ein øðrvísi hátt, har málningur og høggmynd eru saman á myndini.
Livar Nysted sýnir fram í Ribarhúsi í Fuglafirði í hesum døgum. Umframt nýggju myndirnar, við forkunnugum teknikki, eru fleiri av teimum meiri kendu og siðbundnu myndunum, sum siga søgur í sær sjálvum.
Livar heiðrar tað gamla. Og samstundis hevur kvinnan ein serligan leiklut í fleiri av myndunum. Ein mynd er eisini av einari dramatiska hending í lívinum hjá Livari, sum mundi druknað sum smádrongur.