avatar

Marita Dalsgaard skal leiða Sydhavn Teater

Nón
Nón
Episode • May 31, 2022 • 19m
- Hetta er eitt tað mest spennandi sjónleikarahúsið í Danmark í løtuni.

Marita Dalsgaard skal frá fyrsta oktober verða fyrisitingarstjóri á einum av teimum mest framtakshugaðu sjónleikarhúsunum í Danmark. Hon gleðir seg nógv til uppgávuna, tí hetta leikhúsið er spennandi og ger stóran mun í nærumhvørvinum í Sydhavnini.

- Eg vil lýsa tað soleiðis, at tað hevur eitt ekspressivt, poetiskt og ópolerað úttrykk. Tað er innovativt, og so arbeiðir tað í relatión til áskoðaran. Og so er tað eitt av teimum førandi í Evropa, tá tað kemur til kykmyndapallar.

Marita Dalsgaard hevur útbúgving sum sjónleikari frá Odense Teater, og hon hevur eisini diplomútbúgving sum listaligur leiðari. Hon hevur staðið nógv á palli, men seinnu árini hevur hon serliga leikstjórnað og fyriskipað.

Hoyr alla samrøðuna við Maritu her.