Amnesty International fyllir 60 ár. Vit taka pulsin og spyrja millum annað, hvat er blivið betri og hvat ið manglar, tá vit tosa um menniskjarættindi. Og so frætta vit eisini eitt sindum um, hvat í føroyska deildin fer at gera burturúr runda degnum. Katrin á Neystabø og Elin Lindenskov eru í útvarpsstovuni.
Spectres eitur árliga summarframsýningin í Norðurlandahúsinum. Talan er um eina framsýningin hjá altjóða viðurkenda finska listabólkinum nabbteeri. Vit frætta um framsýningina, sum tekur støði í ryggleysum djórum.