Tey sum hava verið á Viðareiði seinastu árini, hava helst varnast, at eitt stórt nýtt fríøki hevur tikið skap á lendinum mitt í bygdini niðanfyri skúlan.
Tríggjar stórar tjørnir eru gjørdar við gøtum og lívdarheyggjum rundan um. Talan er um eitt økið á 14.000 fermetrar til støddar.
Tað er ein nevnd, sum hevur tikið stig til hesa sera stóru verkætlan.
Vit tosa við formannin Kára Kallsberg um verkætlanina, sum framvegis er í menning.