Í hesum Tematýsdegnum viðgera og umrøða vit meiningsfulla arbeiðið og hvat skal til fyri at arbeiði gevur meining.
Hevur dagliga arbeiðið ella yrkið størri týdning fyri okkara samleika í dag enn tað hevði fyrr? Tað er ein av spurningunum, ið vit seta Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðingi og professara, tá vit lýsa arbeiði í søguligum perspektivi.
Hvat eyðkennir tað góða arbeiðsplássið? Vit spyrja Helga Rasmussen, organisasjóns psykolog, ið hevur skrivað bókina ?Finn teg í organisasjónini?.