Tilflyting, ymiskleiki og margfeldi er yvirskriftin á hesum TemaTýsdegi, har vit fyrst hitta Siri Helgadóttir Tórgarð, ið samskipar Diversity Week í Tórshavnar kommunu. Vit fregnast um endamálið og skránna.
Toni Hansen er tilflytari og gift føroyingi. Vit spyrja hana eitt nú hví tað er umráðandi at arbeiða við integratión.
Hvussu kennist tað at flyta úr útheiminum til Føroya og í hvønn mun eru Føroyar brynjaðar til innflytarar? Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Janet Gleðisheygg og Kalpana Viljayavarathan.