avatar

Mamma er enn Birita

Nón
Nón
Episode • Sep 21, 2021 • 31m
Mett verður at eini 850 føroyingar hava demens, og nógvar føroyskar familjur verða raktar av sjúkuni hvørt ár.
Í 2013 fekk Birita Mohr staðfest alzheimer. Tað var ein stór sorg og skelkur bæði fyri hana, mannin og børnini. Men familjan og serliga maður Biritu, Egi Dam, hevur gjørt alt fyri at vera um Biritu og at skapa ein so góðan gerandisdag, sum til ber, og tað hevur alt at siga, heldur Búi Dam.