Føroyska rossið er eitt serstakt rossaslag, sum bert livir í Føroyum, og tað er eisini eitt av fáu upprunarossasløgunum í heiminum. Men tað eru undir 100 ross eftir, og tí er føroyska rossið eisini sera hótt.
Nú er bók skrivað um søguna hjá føroyska rossinum, og rithøvundurin vónar, at bókin fer birta áhuga fyri føroyska rossinum.
Vit tosa við Beintu Johannesen, sum hevur srkviað bókina, Jónu Ólavsdóttir úr Felagnum Føroysk Ross, Maria Kjetså frá NordGen og Jens Ivan í Gerðinum frá Búnaðarstovuni um føroyska rossið, og hví tað er týdningarmikið at varðveita tað.