Beinir Bergsson er tilnevndur bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Beinir vitjar í Nón.
Og so eru vit aftur í býanna býi, París.
Á víðagitna universitetinum Sorbonne í París er ein bólkur av lesandi, ið hevur stóran áhuga fyri føroyskum máli og mentan. Tí á útbúgvingini Nordic Studies á Sorbonne, hevur borið til at læra føroyskt. Vit hitta Sarah og Georges.