avatar

Danial bjargar nøvnum og søgum á Viðareiði

Nón
Nón
Episode • Dec 9, 2021 • 13m
- Tað lítla sum eg veit, skal ikki fara við mær í grøvina. Hetta er gjørt fyri at bjarga søgunum og nøvnunum.
Danial Lydersen av Viðareiði hevur gjørt verk í fýra bindum við tilsamans 1300 síðum um heimbygd sína.
Hann hevur nærlagdur og við kærleika til sítt upphav skrivað eina nágreiniliga søgu um Viðareiði, har hann sjálvur er vaksin upp. Beinagrindin í bókini er ein skipað gjøgnumgongd av staðarnøvnum í bygdini og tí partinum av Viðoynni, sum hoyrir til Viðareiðis bygd. Myndaparturin er stórfingin og rúgvsumikil.