- Vit byggja alt á ymiskt, sum vit sjálv hava upplivað.
Soleiðis siga Karin Djurhuus og Oddvá Nattestad, sum eru partar av Seniorbólkinum í Sjónleikarhúsinum, sum skipar fyri kvøldsetu sunnukvøldið, mánakvøldið og týskvøldið.
Yvirskriftin á kvøldsetuni er ?Tik Tok antik?, og tey viðgera eisini tað at "koma upp í árini" í einum samfelag, har ferðin er í so høg eftir teirra tykki.
Leikararnir eru: Oddvá Nattestad, Nora Bærentsen, Anna Olsen, Bergljót av Skarði, Gunhild Michelsen, Gunnvør Joensen, Karin Djurhuus, Tóri í Hoyvík, Pól Joensen og Hilmar Joensen.