avatar

- Eg mundi svímað

Nón
Nón
Episode • Jun 23, 2021 • 23m
Sakaris Stórá fær nú savnað seg burturav um teir filmarnar, sum hann er í gongd við. Hann hevur fingið listafólkaløn næstu trý árini frá Mentanargrunni Landsins.
Annar filmurin hevur útlendska arbeiðsheitið "The Last Paradise on earth", og filmurin hesa ferð verður gjørdur í samstarvi við útlendskar samstarvsfelagar.
Men sum altíð er filmurin føroyskur, og leikararnir eru føroyskir.
- Eg havi altíð lagt meg eftir at siga føroyskar søgur á føroyskum, og tað haldi eg fram við, sigur Sakaris Stórá.
Hoyr áhugaverda samrøðu við Sakaris Stórá her.